- Nú rusk ikki verður heintað, er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur.
Hetta skrivaði Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari fyri lítlari løtu síðani.
Umboð fyri kommununa hava verið í samband við heilsumyndugleikar. Har verður vist á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.
Summir dagstovnar eru ikki raktir. Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum verður kunnað um hetta, skrivar torshavn.fo.
- Foreldur og verjar, ið hava børn á afturlondum stovnum, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.
Dagstovnarnir, ið lata aftur frá í morgin, eru hesir:
Lonirnar í Hoydølum
Dagstovnurin við Løgmannabreyt
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus
Býlingshúsið undir Fjalli
Dagstovnurin á Velbastað (vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli)
Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini (undantikið 3.flokkur í B36-húsinum)
Spírin í Havnardali
Býlingshúsið á Ternuryggi
Dagstovnurin Fríðriksgarður
Dagstovnurin Sólareygað
Dagstovnurin við Velbastaðvegin
Dagstovnurin í Løkjatúni
Dagstovnurin Lítliskógur
Dagstovnurin Birkilund
Miðstovnurin
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur vart í yvir eina viku nú, og tað merkist meira og meira á ymsum økjum.
Í síðstu viku hoyrdu vit um dagstovnin hjá Tvøroyrar kommunu, og tað er eisini latið aftur á Eiði. Hetta er tó vegna vantanti reingerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald