Uttanlands

Nú regnar í Avstralia

Og tað gevur nýggjar vandar og avbjóðingar í veðurherjaða landslutinum

2020-01-16 08:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Loksins kom regni til Avstralia.

Í nøkrum av økjunum, sum hava upplivað ringastu náttúrueldar í nógv ár, oysir regnið nú niður.

- Hóast regnið ikki klárar at sløkkja allar eldarnar, fer tað heilt vist at hjálpa upp á støðuna, skriva eldsløkkingarmyndugleikarnir í statinum New South Wales í tíðindaskrivi.

Men illveðrið er ikki bara ein lætti.

Avstralska veðurstovan, BOM, hevur nú sent ávaring um, at ógvusligt regn, stórur heglingur og toruveður kann skapa nýggjar trupulleikar í brandherjaðu økjunum. Veðurfrøðingar ivast eisini í, um regnið komandi dagarnar, fer at falla har, sum allarmest er brúk fyri tí.

Í Victoria landspartinum, har Melbourne liggur, hava myndugleikarnir sent út myndir av oyðileggingunum, sum illveðri hevur havt við sær. Harímillum eitt eyga - eitt fýra metra vítt hol í jørðini.

Myndugleikarnir óttast eisini fyri skriðulopum í landinum, sum hevur verið herjað av skerpingi gjøgnum fleiri ár.

Summa staðni er lendið so turt, at tað ikki megnar at drekka vatnið; aðra staðni er vøksturin so illa brendur, at hann ikki megnar at taka frá sum vanligt, tá tað regnar.

Veðurfrøðingar rokna við, at tað í summum økjum fer at regna millum 30 og 80 millimetrar dagarnar fram til sunnudagin.

Eldarnir í Avstralia hava kostað 28 fólkum lívið og bert í New South Wales eru 3.000 heim løgd í oyði. Harumframt meta djórafrøðingar, at upp móti ein milliard dýr eru deyð í eldslogunum, skrivar dpa-tíðindastovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder