Eyðkendu hvítu nósarnir hjá láturkópi, ið av og á koma á land um heystið, deila óhepnu støðuna at vera skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir mist sambandið við opnuna. Lagnan hjá hesum nósum er óviss.
Havstovan viðmælir at nósarnir fáa frið.
Nósar bíta gjarna frá sær og kunnu bera keðiliga ígerðarsjúku, og tí er sera umráðandi altíð at halda frástøðu og lata nósarnar passa seg sjálvar.
Tað verður frámælt at taka nósar heim at passa, einamest tí at tað er ein ávísur vandi fyri at verða bitin, og tí tað hevur einki gagnligt virði fyri kópastovnin. Sjálvt um tað kann vera hjartanemandi, at síggja ein hjálparsleysan nósa, so er frægari nósum viðvíkjandi at lata náttúruna passa sær sjálvari.
Láturkópur nørist í tíðarskeiðinum frá hálvum september og til jóla. Opnan leggur nósan á vardum stað í urðum og á látrum. Nósar koma í verðina við hvítari hvølpaull, ið teir líðandi loðsa næstu fýra vikurnar. Legst uppgangur, so kunnu nósar, ið liggja ábart fyri, skola út av látrunum. Ullin darvar, og flestu nósar yngri enn eina viku drukna. Hava teir sogið opnuna nakað longur, so hava teir betur møguleika at klára seg. Nósin er fullborðin, tá hann hevur sogið í 18 dagar. Eftir hetta makast opnan og fer frá nósanum endaliga, ið hereftir byrjar at leita sær føði og klára seg sjálvan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald