placeholder
Innanlands

Nú síggjast reseptir og heilivágur á Vanganum

Apoteksverkið er ellvinti tænastuveitarin, ið gerst partur av Vanganum, og tann fyrsti, ið veitir heilsudátur

2022-03-17 11:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú ber til at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág frá Apoteksverkinum á Vanganum. Tú kanst rita inn á Vangan, fara á síðuna hjá Apoteksverkinum og síggja heilivágin hjá tær og tínum børnum, sum er útflýggjaður seinastu tvey árini.

Tey, ið fáa tilskot frá Heilsutrygd, kunnu síggja hvat tey rinda av heilivágnum, og hvat tilskotið er. Eisini kunnu tey, sum brúka tænastuna Skamtan, síggja eitt yvirlit yvir tann heilivág, ið verður verður pakkaður.

Apoteksverkið avgreiðir á leið 800.000 ordinatiónir av heilivági um árið, og nærum allir føroyingar eru onkuntíð á síni lívsleið kundar hjá Apoteksverkinum. Talgilda apotekið verður eitt ískoyti til tey fimm apotekini kring landið.

Posta koyrir eisini heilivág út fyri Apoteksverkið, og hesum pakkum kanst tú eisini fylgja á Vanganum.

Apoteksverkið arbeiðir støðugt við at veita góða kundatænastu. Hvørja viku ringja á leið 1.100 fólk til Apoteksverkið, og nógvir fyrispurningar eru um reseptin er komin á apotekið, og hvat kostnaðurin er. Nú kunnu viðskiftafólk fara inn á Vangan alt samdøgrið og fáa upplýsingar um sín heilivág. Tey sleppa sostatt undan at vitja apotekið ella ringja inn fyri at fáa upplýsingar um reseptir, hvussu nógv er útflýggjað og kostnað. Tú hevur upplýsingarnar við hondina alla tíð.

Apoteksverkið er 11. tænastuveitari, ið er partur av Vanganum, og tann fyrsti, ið veitir heilsudátur. Í Talgildu Føroyum eru vit sera fegin um samstarvið. Hetta er fyrsta stigið á leiðini at geva føroyingum talgildar heilsutænastur. Næsta stig verður at veita nakrar góðar sjálvgreiðslur. Trygdin á Vanganum er í hásæti, og tøknin ger, at tað einans ert tú, ið fært atgongd til tínar persónligu upplýsingar.

Tíðindaskriv frá Talgildu Føroyum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder