Nógv fólk var samankomið, tá nýggja standmyndin av listakvinnuni Elinborg Lützen varð avdúkað oman fyri Faktorshúsini í Klaksvík í gjár.
Tað var bróðirdóttir Elinborgar, Brynhild Danielsen, sum avdúkaði standmyndina, sum Hans Pauli Olsen hevur evnað.
Hetta er fyrsta navngivna kvinna, ið verður avmyndað í standmynd. Ella kanska vit skulu siga sitimynd, tí Elinborg er evnað sitandi á einum steini, har myndir hjá listarkvinnuni hegnisliga eru ritaðar á.
Brynhild Danielsen avdúkaði standmyndina (Mynd: klaksvik.fo)
26. juli í ár vóru liðin hundrað ár síðan Elinborg Lützen varð fødd. Hon var Føroya fyrsti og leingi einasti útbúni grafikari. Sum ung fór hon til Danmarkar har hon tók útbúgving á ”Tegne- og Kunstindustriskolen for Kvinder”. Eitt skifti var hon gift gitna listamálaranum Sámal Joensen-Mikines.
Eftir kríggið flutti hon aftur til Klaksvíkar, har hon búði í húsunum, hon var barnvaksin, Faktorshúsinum, frá 1947 til 1981 tá hon flutti til Havnar. Elinborg Lützen doyði barnleys 22. november 1995.
Sum grafikari arbeiddi hon mest við linoleumsskurðum. Eftir at hon hevði vitjað ”Kunsthåndværkerskolen” í Bergen, gjørdist hon eisini kend við sínum bókaprýðismyndum. Í 1978 var hon fyrsta kvinna, ið fekk Løgtingsins árligu heiðursgávu.
Myndevnini, Elinborg arbeiddi eina mest við, vóru ævintýr, okkurt úr kvæðunum og tað gátuføra. Eisini dugdi hon væl at lýsa bygda- og landsløg.
Í 1980 fekk hon Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.
Fleiri myndir er at síggja á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu
Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentamálanevndini hjá Klaksvíkar býráð, Elinborg Lützen og Jógvan Skorheim, borgarstjóri (Mynd: klaksvik.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald