Uttanlands

Nú skal eftirmaðurin hjá Jeremy Corbyn finnast

Bretski andstøðuflokkurin skal atkvøða um, hvør skal gerast formaður eftir Jeremy Corbyn, sum legði frá sær í desember – nýggi formaðurin verður væntandi funnin í apríl

Jeremy Corbyn (Mynd: EPA)

Jeremy Corbyn (Mynd: EPA)

2020-02-24 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Valið í desember var tað vánaligasta, sum bretski andstøðuflokkurin Labour hevur havt síðan 1935. Flokkurin fekk bert 203 av 650 sessum í tjóðartinginum.

Eftir valið boðaði leiðarin í flokkinum, Jeremy Corbyn, frá, at hann fór at leggja frá sær sum floksleiðari.

Í dag byrjar so atkvøðugreiðslan hjá Labour.

Sambært Ritzau, eru trý møgulig valevni til formanssessin, og favoritturin í løtuni er 57 ára gamli Keir Starmer, ið er útbúgvin sakførari, og sum seinastu árini hevur verið framsøgufólk í brexitmálum.

Hini bæði eru 40 ára gamla Rebecca Long-Bailey, framsøgufólk í vinnumálum, og 40 ára gamla Lisa Nandy, sum hevur verið framsøgufólk í orkumálum.

Atkvøðugreiðslan byrjar í dag og endar 2. apríl. Væntandi verður úrslitið kunngjørt 4. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder