
Í gjár legði fíggjarnevndin í Løgtinginum álitið um fíggjarlógina fram, og nú verður sjálv viðgerðin á skránni.
Løgtingsfíggjarlógin fyri 2022 var fyrstu ferð til viðgerðar 6. oktober, og síðani var hon til nevndarviðgerð í tveir mánaðir.
Meirilutin í fíggjarnevndini, ið er umboð úr samgonguflokkunum, umframt Sjálvstýri, hevur gjørt nakrar broytingar í mun til uppskoti hjá landstýrismanninum í fíggjarmálum og landstýrinum. Ætlanin er at minka raksturin við 56,6 milliónum krónum, meðan íløgurnar eru 18,4 milliónir størri enn í upprunaliga uppskotinum. Tað skrivar Kringvarpið.
Tað hevur verið ein ávísur dramatikkur í Løgtinginum í hesari vikuni - spurningurin er, um tað verður tað eisini í samband við hetta málið, ella um tað fer ígjøgnum uttan trupulleikar.
Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10. Har er bert viðgerð av fíggjarlógini á skránni, umframt ein framløga.
Sjálvt uppskotið sæst her
Rættað og lagt afturat: 09.23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald