2022-09-19 13:30

Fríggjadag seinnapart kyknaði eldur í einum sethúsum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn, og kannast skal nú, hví eldur kom í.
Løgreglan sigur við Kringvarpið, at málið er latið kanningardeildini hjá løgregluni, og sleppur eingin inn í húsini, fyrr enn tey eru kannað.
Tað var beint eftir klokkan 13 fríggjadagin, at løgreglan fekk boð um, at eldur var í húsunum. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og um hálvgum trý-tíðina var eldurin sløktur.
Ein persónur var inni í húsunum, tá eldurin kyknaði, men viðkomandi slapp út í øllum góðum.
Sí eisini: Myndir: Roykur í øllum grannalagnum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald