Innanlands

Nú skal Próstadømisráðið og Stiftsstjórn veljast

Kirkjuráðini skulu velja fýra fólk í Próstadømisráðið og tvey fólk í Føroya Stiftsstjórn 23. mars

Havnar kirkja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Havnar kirkja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-02 16:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í november var kirkjuráðsval, har limir í fólkakirkjuni skuldu velja fólk í kirkjuráðini í staðbundnu kirkjunum, og í næsta mánað skulu kirkjuráðslimirnir so velja limir í Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn.

Í Próstadømisráðnum sita fýra leikfólk saman við dómpróstinum, og í Føroya Stiftsstjórn sita tvey leikfólk saman við biskupinum.

Sambært heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni verður valið 23. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder