
Á býráðsfundi hósdagin samtykti býráðið í Eysturkommunu at skipa eitt ungdómsráð í kommununi.
Ungdómsráðið skal mannast við einum umboði úr hvørjum skúlaflokki frá 6.-10. flokk frá Eysturkommunu. Harafturat verða tvey umboð fyri kommununa við í ráðnum – eitt úr býráðnum og eitt frá fyrisitingini, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Í Barna – og ungdómspolitikkinum hjá Eysturkommunu “Børn og ung – okkara felags ábyrgd”, sum varð samtyktur í juni 2018, stendur m.a.:
– Skipast skal ungdómsráð, har børn og ung hava møguleika at greiða býráðnum frá og siga sína hugsan. Ráðið er ein hugskotsbanki, har børn og ung viðgera viðkomandi mál í samfelagnum.
Sambært Eysturkommunu er næsta stig at gera eina lýsing og arbeiðssetning fyri Ungdómsráðið til býráðið at samtykkja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald