Innanlands

Nú skalt tú rinda 20 krónur meira um mánaðin til KvF

Kringvarpið fer nú at fáa upp ímóti níggju milliónum meira í kassan hvørt ár. Hetta kemur í gildi 1. juni, og fer eisini at vera prístalsjavnað við tveimum prosentum frá 2025

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-01 06:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið samtykti í gjár eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um kringvarp, sum ber í sær, at Kringvarp Føroya verður styrkt fíggjarliga komandi árini.

Lógaruppskotið merkir, at kringvarpsgjaldið hækkar við 20 krónum um mánaðin við virknaði frá 1. juni í ár. Kringvarpsgjaldið fer eisini at verða prístalsjavnað við tveimum prosentum frá 1. januar 2025, soleiðis at lagt verður upp fyri prísvøkstri.

Lógarbroytingin merkir eisini, at kringvarpsgjaldið fyri ávísar smærri virki, stovnar o.o. lækkar við 500 kr. um árið.

Kringvarpsgjaldið hevur staðið í stað í nógv ár, og lagt hevur ikki verið upp fyri øktum lønarútreiðslum og prísvøkstri í samfelagnum.

Kringvarp Føroya fær við hesari lógarbroyting upp ímóti níggju milliónir krónur meira í kassan árliga, og kemur harvið upp um 80 milliónir í inntøkum árliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder