Innanlands

Nú skuldi tað vera

Tað sigur 20 ára gamla Halla Fjallstein, sum luttók í bikini fitness-kapping í Póllandi farna vikuskifti

2021-05-22 15:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Farna vikuskifti var fitness kappingin NPC Worldwide Festival á skránni í pólska høvuðsstaðnum Varsjava, og millum luttakarnar vóru Halla Fjallstein úr Signabø og Kristina Debess úr Havn, sum báðar komu heimaftur við medalju.

Halla greiðir frá, at hon hevur verið hugtikin av bikini fitness, síðan hon í 2014 sá mostur sína, Árnu Fjallstein vinna Fitness Føroyar, og í november hugsaði hon, at nú skuldi tað vera, og setti hon seg í sambandi við ein danskan venjara.

Hetta seinasta hálva árið hava Halla og Kristina brúkt nógva tíð við venjing. Halla greiðir frá, at hon hevur vant tíggju ferðir um vikuna.

- Tað er upp um morgunin at gera kardio, so í skúla, og so beint at venja aftur, og síðani skúlating. Tað hevur verið mítt lív, sigur hon.

Hvørgin teirra hevði luttikið í fitness kapping áður, og eru tær væl nøgdar við teirra avrik.

- Eg eri mega nøgd. Eg bleiv nummar fimm av ellivu, sigur Halla, sum kortini ikki ætlar sær at kappast aftur beinanvegin.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder