Innanlands

Nú skulu píkadekkini av aftur

Í farnu viku varð tíðarskeiðið, har loyvt varð at nýta píkadekk, longt, men frá í dag og fram til 15. oktober er ikki loyvt at koyra við píkadekkum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-15 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 6. mai lýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður nýggja kunngerð um nýtslu av dekkum, sum longdi tíðarskeiðið, har loyvt er at koyra við píkadekkum við tveimum vikum, og í dag skulu píkadekkini av aftur.

Í gomlu kunngerðini frá november 2013 stendur, at tað ikki er loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum 1. mai til 15. oktober, men í farnu viku varð tað broytt, so píkadekk kunnu nýtast fram til 15. mai, sum er í dag.

Tó eru onkur undantøk. Neyðsendarakfør og akfør, sum verða nýtt í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, kunnu nýta píkar teir dagar, ið hálka er. Tað sama er galdandi fyri stovnsbilar hjá Kriminalforsorgini og stovnsbilar hjá kommunalu heimatænastuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder