Innanlands

Nú skulu rognkelsi alast í Svínoy

Svínoyar rognkelsistøð hevur fingið loyvi at ala rognkelsi. Virksemið kann fara í gongd beinanvegin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

(Mynd: Wikipedia)

(Mynd: Wikipedia)

2019-09-04 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú útskrivað nýtt loyvi til aling. Talan er um eitt aliloyvi á landi í Svínoy, og tað er fyritøkan Sp/f Svínoyar rognkelsistøð, sum hevur fingið loyvi til at ala rognkelsi í Svínoy.

Føroyska alivinnan brúkar rognkelsi sum lúsatálmari. Til tíðir kann tað verða torført hjá føroysku alivinnuni at fáa nóg mikið av rognkelsum, og endamálið við at fáa rognkelsisaling í Føroyum, er at geva føroysku alivinnuni betri møguleikar til at fáa fatur á rognkelsum, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni.

Virksemið á rognkelsistøðini fevnir um at ala yngul til eina stødd, har rognkelsini kunnu setast út í aliringarnar á sjónum og virka sum lúsatálmari.

Við loyvisbrævinum hevur alistøðin í Svínoy nú fingið øll neyðug loyvi til at fara undir at ala sambært alilógini, og virksemið kann tí fara í gongd beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder