Uttanlands

Nú sleppa seyðfiringar helst heimaftur

100 fólk í Seyðisfirði sluppu ikki heimaftur á jólum orsaka av vandanum fyri skriðulopi

Við sterkum ljóskastarum verður kannað um rørslur eru í fjallinum oman fyri Seyðisfjørð (Mynd: Eggert Jóhannesson / mbl.is)

Við sterkum ljóskastarum verður kannað um rørslur eru í fjallinum oman fyri Seyðisfjørð (Mynd: Eggert Jóhannesson / mbl.is)

2020-12-28 13:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Roknað verður við, at teir umleið 100 borgararnir í Seyðisfirði, sum ikki sluppu at halda jól heima í ár, sleppa heimaftur í dag.

Undan jólum vórðu øll fólkini í Seyðisfirði flutt burtur orsaka av skriðulopum og vandanum fyri, at fleiri fóru at koma.

Undan jólum sluppu tey flestu heimaftur, men ikki teir umleið 100 seyðfirðingarnir, sum búgva í einum ávísum øki, har vandin fyri fleiri skriðulopum var stórur.

Men serfrøðingurin hjá íslendsku veðurstovuni, Tómas Jóhannesson, sigur nú við Morgunblaðið, at hesi væntandi sleppa heimaftur í dag.

Ongar rørslur eru skrásettar í líðunum oman fyri bygdina hesar seinastu dagarnar. Avfallið hevur heldur ikki verið tað stóra, og í hæddunum er tað lagst sum kavi, og harvið er vandin eisini munandi minkaður.

Sambært Tómasi Jóhanssyni, er nú bert á einum staði, at tað framvegis verður óttast fyri, at tað kann leypa. Talan er um økið oman fyri sildamjølverksmiðjuni, Sildarvinnslan, sum liggur nakað uttari enn har, sum fleiri hús fingu skaða herfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder