2021-06-24 16:31
Frá í dag sleppa sviar aftur at ferðast til USA og sjey onnur lond.
Tað framgongur í nýggju ferðavegleiðingini, sum svenska uttanríkismálaráðið hevur lagt fram.
Latið verður upp fyri ferðum til USA, Albania, Hong Kong, Libanon, Makao, Norðurmakedonia, Serbia og Taivan.
Fyri meginpartin av hinum londunum hevur Svøríki tó longt tilmælið um ikki at ferðast til hesi londini, um tað ikki er neyðugt.
Svenska uttanríkismálaráðið hevur fyrr latið upp fyri ferðir til m.a. Avstralia, Ísrael og Tailand umframt ES-, Schengen- og EBS-lond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald