Íbúgvar í Sudan, sum ikki fylgja muslimsku trúnni, sleppa nú at drekka alkohol. Tað upplýsir landsins løgmálaráðharri, Nasredeem Abdulbari, sambært Reuters.
Talan er tó, sambært ST, bert um uml. trý prosent av íbúgvunum.
Síðan fyrrverandi forsetin, Jaafar Nimeiri, setti sharia lógina í gildi í Sudan í 1983, hevur tað verið bannað at drekka alkohol í landinum. Men nú verður hetta loyvt tí ikki-muslimska minnilutanum.
Tó verður forboðið enn galdandi fyri muslimum, og sambært sharia lógini, verður mann pískaður, um mann ger ímóti hesum forboðnum.
Fleiri týðandi lógarbroytingar
Skiftisstjórnin í Sudan, sum tók yvir eftir at einaráðisharrin Omar al-Bashir varð koyrdur frá í fjør, hevur boðað frá, at hon ynskir at gera landið til eitt fólkaræði.
Í hesum sambandi verða framdar fleiri týðandi lógarbroytingar.
Umframt at tað nú verður loyvt fólkum, ið ikki fylgja muslimsku trúnni, at drekka alkohol, skal átrúnaðarligt fráfall eisini avkriminaliserast.
Eisini verður umskering av konufólki bannað, og tað verður nú loyvt kvinnum at ferðast við børnum sínum uttan at skula hava loyvi frá einum mannfólki í familjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald