Uttanlands

Nú stendur seinasti IS-skansin í Sýria tómur

150 IS-stríðsmenn góvu seg yvir í gjár

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-05 11:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

150 stríðsmenn hjá Islamiska Statinum góvu seg í gjár yvir við tí, sum verður kallað seinasti IS-skansin í Sýria. Umframt teir 150 stríðsmenninar fóru 250 onnur fólk eisini úr staðnum.

IS-stríðsmenninir góvu skansan yvir til amerikanskar herdeildir í Baghouz í gjár.

Stríðsmenninir góvu seg yvir eftir at sýrisku demokratisku styrkirnar seinastu dagarnar hava framt eitt stórsligið álop móti IS. Nú síðsti skansin er tikin, er lítið og einki eftir av IS í Sýria.

Seinastu vikurnar hava IS-stríðsmenn goymt seg millum sivil fólk í Baghouz. Av tí saman hevur verið torført hjá sýrisku demokratisku styrkjunum at fremja hetta endaliga álopið.

Fríggjadagin vóru tey allarflestu sivilu rýmd úr Baghouz og tí varð gjørligt at fremja álopið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder