Uttanlands

Nú umhugsar japanski forsætisráðharrin at útseta OL

Japan hevur annars brúkt fleiri enn 200 mia. krónur uppá at fyrireika OL, men nú ásannar forsætisráðharrin, Shinzo Abe, at tað kanska er einasti møguleikin

Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe (Mynd: EPA)

Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe (Mynd: EPA)

2020-03-23 08:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað gerst meira og meira ivasamt við olympisku leikunum í Tokyo.

Japan hevur brúkt fleiri ár uppá at fyrireika seg til at halda OL, og sambært BBC hevur landið brúkt tað, sum svarar til fleiri enn 200 mia. krónur uppá fyrireikingarnar.

Men í dag segði japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, at tað kann verða neyðugt at útseta leikirnar.

– Møguliga hava vit ongan annan møguleika enn at útseta leikirnar, sigur hann sambært Politiken.

Annars hevur Shinzo Abe roynt at sleppa undan evninum. Men um vikuskiftið kom hann undir stórt trýst, eftir at fleiri lokalar olympiskar nevndir høvdu heitt á altjóða olympisku nevndina (IOC) um at útseta OL orsakað av koronakeppuni.

Les eisini: IOC undir trýsti: Fleiri lond krevja at OL verður útsett

Sambært tíðindastovuni AFP, fer nevndin at brúka komandi vikurnar uppá at taka eina avgerð hesum viðvíkjandi. Millum annað fer IOC at tosa við japansk embætisfólk, stuðlar og umboðsfólk úr ítróttaheiminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder