Innanlands

Nú valdar friður í Sjálvstýri

Á aðalfundinum leygardagin samtykti flokkurin einmælt, hvussu ið farast skal fram komandi tíðina, nú flokkurin skal til at velja nýggjan formann – Miðað verður fram ímóti at hetta arbeiði kann verða liðugt í seinasta lagi til heystar

Mynd: Sjálvstýri

Mynd: Sjálvstýri

2021-03-29 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað besta sum er hent her í dag, er, at ein breið semja er komin uppí lag, og at tað nú valdar friður í Sjálvstýri. Nakað soleiðis segði Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, í røðu sínari á aðal- og landsfundinum hjá Sjálvstýri, sum bleiv hildin á Hotel Runavík leygardagin.

Fleiri enn 60 fólk møttu til fundin, og helst var talan um metstóra luttøku, skrivar Sjálvstýri í tíðindaskrivi.

Nakað av rumblið hevur verið í Sjálvstýri farnu árini, men líkindi eru nú fyri, at flokkurin aftur hevur funnið felags stev.

Á aðalfundinum samtykti flokkurin einmælt, hvussu ið farast skal fram komandi tíðina, nú flokkurin skal til at velja nýggjan formann. Tvey uppskot vóru innkomin ið viðgjørdu hvussu farast skuldi fram, og semja bleiv gjørd um ein felags leist.

Hesin leisturin inniber, at nývalda Landsnevndin fer undir at seta eina nevnd, ið bæði skal endurskoða lógirnar og bygnaðin í flokkinum, men eisini at finna eitt uppskot til nýggjan formann fyri flokkin. Miðað verður fram ímóti at hetta arbeiði kann verða liðugt so skjótt sum gjørligt, ella í seinasta lagi til heystar, skrivar flokkurin.

– Ongantíð verið meira brúk fyri flokkinum

Sambært Kára P. Højgaard, ið er virkandi floksformaður í Sjálvstýri, hevur ongantíð verið meira brúk fyri flokkinum á miðjuni í føroyskum politikki.

– Ongantíð meir enn nú er brúk Sjálvstýri á miðjuni í føroyskum politikki. Frá 2011 til 2015 var politiska róðrið lagt á stýriborð, tá høgra samgongan við Fólkaflokkinum sum primus motor tók við. Rumbli um fiskivinnupolitikkin slóðaði í 2015 fyri, at vinstravenda samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn tók yvir. Enn einaferð róðrið lagt í bakborð og enn størri øsing í samband við fiskivinnupolitikkin, har hægri tilfeingisgjald og uppboðssøla bleiv lyklaorðið. Valið 2019 aftur fult róður lagt á stýriborð og Fólkaflokkurin fær sín fiskivinnupolitiska vilja framdan, segði Kári P. Højgaard, sum eisini harmaðist um innanhýsis stríðið, sum hevur verið í flokkinum.

- Eitt sum ofta er kostnaðarmikið í atkvøðum fyri ein politiskan flokk er, um innanhýsis stríð valdar og hetta gerst alment. Vit eiga at læra av mistøkum, stinga hendur í egnan barm, rætta feilir og skeivleikar, og í felag lyfta tær uppgávur, sum liggja fyri framman, og greitt seta kós og framtíðar ætlanir. Hjartans ynski mítt er, at vit frá í dag seta eina striku í sandin, byrja av nýggjum og taka felags lógvatak landi, fólki og Sjálvstýri at gagni.

Ætla at stovna Sjálvstýrisfelag í Suðuroynni

Leygardagin var samstundis fyrstu ferð, at Kristin Michelsen var á aðal- og landsfundi sum tingmaður fyri Sjálvstýri.

Fleiri tóku eisini hendan møguleikan at bjóða honum vælkomnum í felagsskapin, og tað bleiv samstundis boðað frá, at flokkurin í løtuni arbeiðir við ætlanum um at seta Sjálvstýrisfelag á stovn í Suðuroynni.

Kristin Michelsen sjálvur nýtti høvið at takka fyri hjartaligu vælkomuna, og greiddi hann samstundis frá politiska arbeiðnum hjá Sjálvstýrinum í Løgtinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder