Síðani í september í fjør, hevur verið neyðugt at verið haldari hjá Amatøroyum á síðuni Patreon fyri at hoyra teir báðar Bjarna Arge og Jóan Paula Dahl Jakobsen seta orð á serstaka føroyska liviháttin, og annars støður og hendingar, sum stinga seg upp í Føroyum.
Seinastu mánaðirnar hava teir havt 1000 haldarar, sum má sigast at vera nógv í føroyskum høpi. Haldið hevur kostað eina symbolska upphædd upp á 30 krónur, men nú verður tað altso ókeypis aftur.
Í hvørjari útgávu og hvussu javnan, er ógreitt, siga teir báðir í boðum til haldararnar í kvøld.
Hóast góðu undirtøkuna vilja teir hava fleiri at lurta eftir teirra poddum aftur.
- Vit mugu tó ásanna, at vit sakna, at øll kunnu lurta uttan at gjalda. Vit sakna tað fría grundarlagið, sum vit byrjaðu við, har ongar bindingarvóru á okkum. Ella lurtaranum.
- Tí gera vit alt ókeypis aftur og framleiða nýggjar partar, tá vit hava hug til tað, siga teir báðir Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald