Innanlands

Nú verður kannað aftur í Sandoynni

Koronukanningar verða gjørdar í Læknamiðstøðini heima á Sandi í dag millum klokkan 16 og 18, boðar Sjúkrahúsverkið frá. Tað hevur annars ikki verið møguligt at kanna seg í Sandoynni seinastu dagarnar

2021-11-23 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gerhard Lognberg segði við Kringvarpið fyrr í dag, at hann als ikki skilti avgerðina hjá Sjúkrahúsverkinum um fyribils at steðga við at kanna Sambært honum varð nú gjørt greitt, at tað ikki var neyðugt at pota fyri koronu í Sandoynni, og at hetta líktist ongum. 

Næstan samstundis boðaði Landssjúkrahúsið á Facebook-síðu sínari frá, at kannað verður fyri koronu á Sandi í dag.

- Kanna verður fyri koronu í Læknamiðstøðini heima á Sandi í dag millum kl. 16-18. Til ber at bíleggja tíð á korona.fo.

Gerhard Lognberg segði millum annað, at hann sunnudagin hevði tosað við landstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, í royndini at finna eina loysn.

Um tað er hetta, ið hevur gjørt mun, er óvist. Tað hevur verið ein knútur, at kanningar eru gjørdar í Læknamiðstøðini á Sandi, har tað ikki er greiða á, hvussu tær skulu gjaldast. Heilsutrygd hevur fingið rokningina, men stonvurin fer ikki at gjalda fyri tær, tí tað hoyrir ikki undir Heilsutrygd. Hetta kom fram í Kringvarpinum beint fyri vikuskifti, har Selma Herup, starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum, eisini eftirlýsti greiðari mannagongdir og har kommunlæknin á Sandi eftirlýsti fastar kanningar aftur.

Tað er ikki greitt, um tað bert verður í dag, at kanningar verða gjørdar á Sandoynni, ella um tað verður meira fast aftur.

Rættað: 15.42

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder