Innanlands

Nú verða ruskposarnir heintaðir aftur

Bæði IRF og KOB eru farin undir ruskinnsavningina aftur

(Mynd: IRF)

(Mynd: IRF)

2024-06-10 10:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferð er komin á ruskinnsavningina aftur eftir at verkfallið varð blást av í gjárkvøldið.

IRF boðaði í morgun frá, at tey hava sett eyka orku inn fyri at heinta gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF.

- Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku.

- Vit vilja heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við stativið og ikki út á vegin, soleiðis at ruskið ikki dálkar meira enn neyðugt.

- Burturkast frá endurvinningarplássum og virkjum byrja vit at heinta seinni í vikuni. Væntandi vera vit komin upp undan í næstu viku, skrivar IRF.

Eisini í Tórshavnar kommunu er innsavningin byrjað í morgun.

- Ruskinnsavningin koyrir aftur sum vanligt. Vit vilja heita á borgarar um at seta eyka ruskposarnir, sum eru samlaðir gjøgnum verkfallið, so tæt við stativið og bindið fyri posan, ljóða boðini frá kommunalu brennistøðini, sum kunnar sínar brúkarar umvegis Facebook.

Kommunala Brennistøðin í Tórshavnar kommunu boðar eisini frá, at endurnýtslan hevur opið til klokkan 20 í kvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder