Arctic Voyager hevur ligið á Havnini í nakrar dagar og bíðað eftir at sleppa upp á bedingina hjá Mest, har flakatrolarin Gadus hevur staðið seinastu tíðina.
Men í morgin verður skipið tikið upp, og tá sæst helst hvussu stóran skaða Arctic Voyager fekk, tá skipið sigldi á land í Fuglafirði næst seinasta sunnukvøld.
Tað visti útvarpið at siga í kvøld.
(Mynd: Tórik Ábraham Rouah)
Arctic Voyager var ávegis úr Fuglafirði til Hvalbiar at landa, tá tað norður úr Vónini í Fuglafirði, bar við land. Skipið slapp leyst aftur løtu seinni, og síðani hava kavarar frá brimli verið og kannað skaðan, sum eftir øllum at døma er stórur.
Nú verður so greitt hvussu stórur skaðin er.
Les eisini: Skelkaður at bara fýra mans vóru umborð
Les eisini: Halda seg kenna orsøkina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald