Uttanlands

Nú verður dýrari hjá ES at keypa koppingarevni frá Pfizer og Moderna

Sambært nýggja sáttmálanum, sum heilivágsfyritøkurnar hava gjørt við ES, hækkar prísurin fyri hvønn skamt nakrar fáar evrur

Koppingarevni frá Moderna fer nú at kosta 21,5 evrur fyri hvønn skamt, meðan prísurin á koppingarevninum hjá Pfizer verður 19,5 evrur (Mynd: EPA)

Koppingarevni frá Moderna fer nú at kosta 21,5 evrur fyri hvønn skamt, meðan prísurin á koppingarevninum hjá Pfizer verður 19,5 evrur (Mynd: EPA)

2021-08-02 16:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilivágsfyritøkurnar Pfizer og Moderna hava nú hækkað prísirnir á koppingarevnið fyri koronu. Tað framgongur av seinastu sáttmálunum, sum fyritøkurnar hava gjørt við ES, sum miðilin Financial Times hevur fingið innlit í.

Prísurin á koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech, sum er tað, sum verður brúkt í Føroyum, fer úr 15,5 evrur per skamt upp í 19,5 evrur.

Tað svarar til, at hvør koppseting kostar ES 145 krónur, og av tí at hvør persónur skal koppsetast tvær ferðir fyri at verða fult koppsettur, kostar tað nú 290 krónur at koppseta ein persón fyri koronu, sambært nýggja sáttmálanum, skrivar Ritzau.

Koppingarevnið frá Moderna er eitt sindur dýrari. Har kostar tað 21,5 evrur per skamt, ið er uml. 160 krónur. Áðrenn var prísurin 140 krónur.

Í mai boðaði ES frá, at mann væntandi fór at hava móttikið meira enn eina mia. skamtar frá teimum fýra framleiðarunum Pfizer, Moderna, AstraZeneca, og Johnson & Johnson, áðrenn vit koma inn í oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder