2019-08-06 19:06
Valstríðið verður av álvara skotið í gongd tá fyrsta formansumfarið í Kringvarpinum verður í kvøld.
Evnið verður ferðavinna og bústaðarneyð. Vertir verða Elin Mirjamsdóttir og Jón Brian Hvidtfeldt.
Til hetta løgtingsvalið eru níggju flokkar sum bjóða seg fram, tí umframt teir sjey sum longu hava sæti í tinginum bjóða Framtakið og Føroyaflokkurin seg eisini fram.
Formansumfarið byrjar eftir Dag & viku, klokkan 19:20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald