
Skálafirði hevur verið nógv umtalað av ymsum orsøkum, og nú er greitt, at har kemur ein nýggj gongugøta.
Talan er um eina gongugøtu á oyruni í Skálafirði fyri at gera tað lættari hjá fólki at koma til og frá stóra sandinum í bygdini, sum verður gjørd alt fyri eitt.
Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Á runavik.fo stendur, at tað leingi hevur verið í umbúna, og at peningur er settur av í ár og næsta ár.
Spf. Voyt í Saltangará átti lægsta tilboðið, og Eyðstein Skipanes og borgarstjórin skrivaðu undir sáttmálan á kommunuskrivstovuni mánadaginEyðstein Skipanes frá Voyt saman við Torbirni Jacobsen, borgarstjóra (Mynd: runavik.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald