Uttanlands

Nú verður hegnið tikið niður

Eitt hálvt ár er nú liðið, síðan álopið á Kongressina í USA, og arbeitt verður nú við at taka síðsta partin av hegninum kring kongressbygningin, niður

Uttara hegnið varð tikið niður í mars (Mynd: EPA)

Uttara hegnið varð tikið niður í mars (Mynd: EPA)

2021-07-10 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður arbeitt við at taka síðsta partin av hegninum kring kongressbygningin í USA niður. 

Hálvt ár er nú liðið, síðan álopið á Kongressina, har fimm persónar lótu lív. Síðani varð hegn sett upp kring bygningin, umframt at túsundatals hermenn hava staðið á varðhaldi seinastu mánaðirnar. Uttara hegnið varð tikið niður í mars, og nú verður restin eisini tikið niður, skrivar Ritzau.

Tað var 6. januar, at Kongressin varð álopin av viðhaldsfólkum hjá táverandi forsetanum, Donald Trump. Hetta hendi, meðan Joe Biden formliga skuldi góðkennast sum nýggjur forseti.

Fleiri enn 535 persónar eru skuldsettir fyri at hava luttikið í álopinum, og fleiri enn 100 løgreglufólk vórðu særd. Millum tey fimm, ið lótu lív, vóru eisini løgreglufólk.

Nú, hálvt ár seinni, verður hóttanin móti Kongressini ikki mett at vera eins stór, og tí verður restin av hegninum tikið niður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder