Innanlands

Nú verður Klaksvíksvegurin asfalteraður

Hetta merkir, at ferðslan verður leidd við eini ljósregulering skipan eftir klokkan 16.30 í dag og í morgin. Talan er um vegastrekkið frá Føroya Bjór til Kommunubrekkuna

Talan er um øki við nógvari ferðslu (Mynd: klaksvik.fo)

Talan er um øki við nógvari ferðslu (Mynd: klaksvik.fo)

2022-05-19 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni eru verður koyribreytin á einum strekki á høvuðsvegnum á vestaru síðu av Klaksvíkini fresað.

Eftir klokkan 16.30 verður farið í gongd við at leggja asfalt á, og hendan mannagongdin verður eisini í morgin, fríggjadagin 20. mai.

Hesum boðar Klaksvíkar kommunu frá, og í hesum sambandi verður ferðslan leidd við eini ljósregulering skipan eftir klokkan 16.30 í dag og í morgin.

Talan er um vegastrekkið frá Føroya Bjór til Kommunubrekkuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder