2021-10-18 08:37

Tørvur er ikki longur á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum, sum hevur verið í lonunum á sjúkrahúsøkinum seinasta árið, og tí verður deildin nú niðurløgd.
Tað sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, við Kringvarpið.
Hann sigur at nú koppsetingartalið er komið so høgt upp, hevur ikki verið so stórt trýst á sjúkrahúsið seinastu tíðina.
Starvsfólk eru longu byrjað at tøma lonirnar fyri medisinska útgerð, og biðið verður um eykajáttan til at rigga av og avhenda lonirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald