Mentan

Nú verður lættari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark

Fólkatingið hevur í dag endaliga samtykt uppskotið hjá Sjúrða Skaale. Tað inniber, at tað ikki longur verður neyðugt hjá føroyskum listafólki at seta eina sokallaða trygdarveðseting hjá danska tollvaldinum fyri listaverk, tá hesi skulu flytast til Danmarkar til framsýningar

- Onkuntíð arbeiðir man í tí stóra, teoretiska luftlagnum. Aðrar tíðir er man niðri í detaljum, sum ávirka dagliga virksemið hjá fólki. Í hesum førinum fer ein lítil lógarbroyting at hava við sær, at tað verður lættari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark.

2022-06-09 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Onkuntíð arbeiðir man í tí stóra, teoretiska luftlagnum. Aðrar tíðir er man niðri í detaljum, sum ávirka dagliga virksemið hjá fólki. Í hesum førinum fer ein lítil lógarbroyting at hava við sær, at tað verður lættari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark.

Hetta sigur Sjúrður Skaale í dag, í samband við at lógaruppskotið, sum skal gera tað einfaldari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark, er endaliga samtykt í fólkatinginum.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingið skrivar í tíðindaskrivi, at Sjúrður Skaale fegnast um, at danski skattaministarin hevur lurtað, og at lógin nú verður broytt, soleiðis at tað ikki longur verður neyðugt hjá listafólki at seta eina sokallaða trygdarveðseting hjá danska tollvaldinum fyri listaverk, tá hesi skulu flytast til Danmarkar til framsýningar.

- Tað hevur stundum verið óneyðuga tvørligt hjá føroyskum listafólki at sýna sína list fram í Danmark. Eg fegnist um, at tað nú verður einfaldari, sigur fólkatingsmaðurin.

Lógaruppskotið kemur væntandi í gildi 1 juli í 2022, boðar Javnarflokkurin á Fólkatingi frá. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder