Innanlands

Nú verður sjálvstýrisfelag stovnað í Suðuroynni

Stovnandi aðalfundur hjá Suðuroyar Sjálvstýrisfelag verður í SALT í kvøld kl. 19

Her fer Suðuroyar Sjálvstýrisfelag at hava stovnandi aðalfund í kvøld (Savnsmynd)

Her fer Suðuroyar Sjálvstýrisfelag at hava stovnandi aðalfund í kvøld (Savnsmynd)

2021-05-12 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á landsfundinum hjá Sjálvstýri í mars varð boðað frá, at flokkurin arbeiddi við at seta eitt lokalfelag á stovn í Suðuroynni, og í kvøld verður so stovnandi aðalfundur hjá Suðuroyar Sjálvstýrisfelag.

Fundurin verður í SALT klokkan 19, boðar Sjálvstýri frá á Facebook.

Á fundinum luttaka m.o. Kristin Michelsen, løgtingsmaður, Kári P. Højgaard, virkandi floksformaður og Pól Jákup Poulsen, landsnevndarformaður.

Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at sjálvstýrisfelag er í Suðuroynni. Eitt felag var eisini fyri nøkrum árum síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder