Innanlands

Nú verður sjøtul settur á Sjósavnið í Sørvági

Byrjað verður at planera økið hósdagin 29. august og er hetta fyrsti liður í stóru verkætlanini

Áhugabólkurin vísti á økið úti við bátahylin sum sera væl egnað til endamálið. Í sambandi við at arbeiði skal byrja, heit Sørvágs kommuna heitir á eigararnar, um at fáa nakrar bátavognar av økinum sum skjótast (Mynd: sorvag.fo)

Áhugabólkurin vísti á økið úti við bátahylin sum sera væl egnað til endamálið. Í sambandi við at arbeiði skal byrja, heit Sørvágs kommuna heitir á eigararnar, um at fáa nakrar bátavognar av økinum sum skjótast (Mynd: sorvag.fo)

2024-08-28 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. juli skrivaðu áhugabólkurin  fyri Sjó- og Mentanarhús í Vágum og J&K Petersen undir heildararbeiðstøkusáttmála fyri Sjósavn og Mentanarhús í Sørvági.

Talan er um eina verkætlan, sum upprunaliga er meira enn tíggju ára gomul. Fyrst var ætlanin, at savnið skuldi vera í Sandavági, síðani í Miðvági, áðrenn áhugabólkurin at enda fann tí røttu staðsetingina.

Sí eisini: Sjósavn og mentanarhús verður bygt í Sørvági

[object Object]

Sjúrður Poulsen, formaður í Sjó- og Mentanarhúsinum í Vágum, og Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen (Mynd: J&K Petersen)

Hetta er úti við bátahylin í Sørvági, og har fer byggifyritøkan J&K Petersen í morgin í gongd við at planera.

Hetta skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðu sínari.

Kommunan heitir samstundis á tey, ið eiga bátavognar á økinum, at fáa teir av økinum sum skjótast, so vognarnir ikki standa fyri arbeiðinum.

[object Object]Mynd: sorvag.fo

Peningur til endamálið er millum annað komin frá danska Fólkatinginum. Sjósavnið og mentanarhúsið í Sørvági letur eftir ætlan upp við ársenda 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder