Mentan

Nú verður skoytað í Gundadali

Ísbreytin á niðara vølli í Gundadali lat upp fyri almenninginum í gjár

2020-12-08 11:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gomlum døgum, tá vetrarnir kundu vera kaldari enn teir eru nú, hendi tað onkuntíð, at brandbilarnir í Havn fóru í Gundadal at spræna vatn oman yvir grúsvøllin har.

Tá var bara ein vøllur, áleið har, sum niðari vøllur er í dag. Og so syrgdi nátúrligi kuldin fyri, at vatnið frysti so mikið, at skoytast kundi á øllum fótbóltsvøllinum til stóra gleði fyri ung og vaksin í Havn, sum høvdu møguleika at skoyta langt út á kvøldarnar, tí tá var ljós eisini komið yvir vøllin.

Síðan grúsið var skift til graslíki, hevur ikki verið skoytað á fótbóltsvøllinum í Gundadali.

Fyrr enn nú, ið niðari vøllur ikki hevur virkað í fullum líki orsaka av umbyggingum við Tórsvøll.

Men nú er kommunala skoytibreytin, sum síðstu árini hevur staðið á parkeringsplássinum við ráðhúsið á Vaglinum, fyrr hevur verið á Skálatrøð og eftir ætlan skuldi setast upp í Vágsbotni, sett upp í Gundadali.

Og í gjár bar so til at skoyta á ísklædda partinum av fótbóltsvøllinum har, antin á egnum skoytum, ella á kommunalum skoytum, sum kunnu leigast á staðnum.

 [object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder