Innanlands

Nú verður skrúvuguðstænasta aftur í Hoyvíkar kirkju

Byrjað verður í kirkjuni klokkan 17.30 í kvøld, mikudagin 28. august

Skrúvuguðstænastan hevur verið fastur táttur í Hoyvíkar kirkju í nógv ár og hevur verið væl umtókt millum barnafamiljur og onnur

Skrúvuguðstænastan hevur verið fastur táttur í Hoyvíkar kirkju í nógv ár og hevur verið væl umtókt millum barnafamiljur og onnur

2024-08-27 13:30 Author image
Innsent
placeholder

Í kvøld, mikudagin 28. august, verður tann fyrsta skrúvuguðstænastan í Hoyvíkar kirkju eftir summarfrítíðina.

Byrjað verður klokkan 17.30 í kirkjuni, og síðan verður farið niður í kirkjukjallaran til eina máltíð.

Skrúvuguðstænastan hevur verið fastur táttur í Hoyvíkar kirkju í nógv ár, og hevur verið væl umtókt millum barnafamiljur og onnur. Her er høvi at steðga á eina løtu og hoyra eina søgu, hitta fólk og fáa ein døgurðabita.

Hoyvíkar kirkja

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder