Nú verður tað dýrari at lurta eftir tónleiki á stroymingartænastuni Spotify.
Í dag kunngjørdi felagið í einum tíðindaskrivi, at prísirnir fara at hækka. Hetta hendir eftir, at felagið í ár hevur verið ígjøgnum tvey umfør við uppsøgnum.
Sambært Spotify kemur príshækkingin orsaka av “skiftandi marknaðarviðurskiftum”, og fyri at tænastan skal kunna halda fram við at “geva sínum fjepparum virði”.
Spotify skrivar, at frá í dag fáa kundar í eitt nú USA og Danmark ein teldupost, ið greiðir frá, hvønn týdning príshækkingin fær fyri tær einstaku Spotify-konturnar.
Í USA fer ein premium-konta at hækka við einum dollara úr 9,99 til 10,99 dollarar um mánaðin. Í Danmark (og eisini í Føroyum) kostar premium-haldið 99 krónur um mánaðin. Nú hækkar prísurin við 10 krónum til 109 krónur. Tey fýra ymsu haldini hækka við millum 10 og 30 krónum, skrivar Ritzau.
Boðini koma dagin fyri, at hálvársroknskapurin hjá Spotify verður kunngjørdur í morgin.
Í januar boðaði Spotify frá, at umleið 600 starvsfólk skuldu sigast úr starvi.
- Eg taki fulla ábyrgd fyri teimum tiltøkum, sum hava ført okkum hartil vit eru í dag, segði ovasti stjórin og stovnarin, Daniel Ek í eini fráboðan tá.
Sambært honum er orsøkin til uppsøgnirnar, at gongdin í umsetninginum ikki hevur fylgt teimum nógvu íløgunum, sum felagið hevur gjørt í tænastuna.
Í farna mánaði boðaði felagið frá fleiri uppsøgnum. Sambært Reuters skuldu 200 fólk sigast upp í poddvarpsdeildini hjá Spotify.
Sambært Spotify hevur tænastan yvir 200 milliónir premium-brúkarar kring allan heimin, og er heimsins mest brúkta haldaratænasta innan stroyming av ljóði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald