Mentan

Nú vísir TV2 dokumentarrøð um málið í Hvannasundi

Hóskvøldið vísir TV2 fyrsta part av dokumentarrøðini “Druknet”, sum snýr seg um 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, sum druknaði í Hvannasundi í 2012

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2022-04-20 06:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í fimm pørtum fer danska TV2 at seta sjóneykuna á illgrunasama málið í Hvannasundi tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen í 2012 doyði.

TV2 hevur kunngjørt á heimasíðu sínari, at fyrstu partur sendur á TV2 í annaðkvøld hóskvøldið 21. apríl klokkan 19:50 føroyska tíð. Dimmalætting, sum skrivaði um sendingina í gjár veit at siga, at allir fimm partarnir verða tøkir á stroymingartænastuni TV2 Play frá hósdegnum, 21. apríl.

Talan er um eina syrgiliga søgu. Maria Fuglø Christiansen varð funnin deyð á sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund. Staðfest varð, at gentan var druknað. Eitt hálvt ár seinni vóru fýra fólk stungin av einum 18 ára gomlum manni, sum vísti seg at hava havt samband við Mariu. Tey høvdu verið par.

Í september 2013 varð líkið av Mariu Fuglø Christiansen grivið uppaftur fyri aftur at staðfesta, at gentan var druknað.

Málið hevur tó verið uppi aftur og vent, men 7. juli í fjør fríkendi eitt nevningarting Jógvan Nysted Gardar. Hann var annars ákærdur fyri drápið á Mariu Fuglø Christiansen. 

Sambært dimma.fo hevði TV2 samband við Jógvan Nysted Gardar upp til rættarmálið í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder