Almenna talið á deyðum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi í gjár er nú komið upp um 5.000. Men tað kann væl vera, at talið kemur upp um 20.000 tá samanum kemur.
Tað sigur Catherine Smallwood, sum er kreppustjóri hjá heimsheilsustovninum WHO, sambært AFP.
- Tað er ikki vanligt, at vit síggja eina áttafalding í mun til tey fyrstu tølini, sigur hon.
Svenski læknin við serfrøði í stórum vanlukku, Johan von Shreeb, er eisini dapurskygdur. Við SVT sigur hann, at talið á deyðum komandi dagarnar helst fer at vaksa til millum 10.000 og 15.000.
- Eftir fyrsta samdøgrið eru møguleikarnir fyri at finna fólk á lívi í húsaleivdinum smáir, sigur von Shreeb, ið er professari í vanlukkuheilsufrøði.
Almennu deyðatølini eru nú komun upp á næstan 5.000. Í Turkalandi eru 3.419 fólk skrásett deyð og 20.246 skrásett at vera komin til skaða, skrivar Reuters.
Eisini verður upplýst, at 5.775 bygningar eru rapaðir, og at 7.840 fólk eru bjargað út úr rapaðum bygningum.
Í Sýrialandi er talið á deyðum komið upp um 1.600. Helmingurin av teimum deyðu eru frá landslutunum har norðuri, har uppreistrardeildir hava valdið, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald