Innanlands

Nummarplátur tiknar av 50 bilum í nátt

Løgreglan hevur verið úti við saksinum og tikið nummarplátur av bilum, har vegskatturin ikki er goldin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-28 08:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur í nátt verið úti við saksinum, og hevur klipt nummarplátur av 50 bilum, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.

21 sett av plátum vóru tikin Í høvuðsstaðarøkinum, og í Eysturoynni og norðoyggjum vóru 29 sett tikin, verður upplýst.

Akstovan hevur latið politistøðunum kring landið 636 mál um vegskattaeftirstøður. Um eigarin av akfarinum ikki kann vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu fyri seinna hálvár 2022, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder