Hvørt ár koma nýggir filmar, sum nema við Holocaust. Okkurt árið koma fleiri, og Filmsfelagið plagar at lofta hesum filmum og vísa teir í Havnar Bio.
Fyri júst einum ári síðan vísti Filmsfelagið bæði norska "Quislings siste dager" og týska "Führer und Verführer". Undirtøkan var góð, og so verður helst eisini við nýggja amerikanska filminum "Nürnberg", sum verður vístur í Havnar Bio 3. desember klokkan 20, skrivar Filmsfelagið.
Tað er amerikanski leikstjórin, James Vanderbilt (f.1975), ið hevur gjørt filmin, sum hevur Russel Crowe í altavgerandi høvuðsleiklutinum.
Ummælarin hjá Hollywood Reporter sigur, at filmurin kemur í tøkum tíma.
Í kjalarvørrinum á øðrum heimsbardaga fær amerikanski sálarsjúkulæknin, Douglas Kelley (Rami Malek), litið upp í hendur at meta um mentalu støðuna hjá Hermann Göring (Russell Crowe) og øðrum nasistaleiðarum, sum vóru í fremstu røð hjá Hitler.
Samstundis taka tey sameindu lógvatak, at skapa Nürberg-dómstólin, at gera endaliga upp við Triðja Ríkið.
Meðan viðurskiftini ganga sína gongd í rættarsalinum, tekur ein hólmgonga seg upp millum Kelley og Göring.
Stríðið og orðadrátturin teirra millum verður ein avgerandi bardagi, sum við orðum avdúkar og leggur á blik óunniliga sannleikan um, hvussu heilt vanlig fólk verða vald at gera ikki bara ilt, men óndastu og ræðuligastu gerðir í skjalprógvaðari søgu. Heilt vanlig fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald