Uttanlands

Nuuk: Framvegis trupulleikar við streymveitingini

Aftur í morgun liggur ein partur av grønlendska høvuðsstaðnum í streymloysi

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-12-02 11:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, eru framvegis trupulleikar við streymveitingini.

Bæði í nátt og aftur í morgun hava fleiri partar av býnum ligið í streymloysi, skrivar Sermitsiaq í morgun.

Streymveitingarfelagið Nukissiofiit upplýsir, at umleið ein triðingurin av býnum fær streym frá dieselverkinum ella av uppsettum generator.

- Telesambandið, teir stóru matvøruhandlarnir í Nuuk og Nuussuaq, heilsuverkið, løgreglan, Arktisk Kommando, sløkkiliðið, ellisheimini, havnin og Nuuk Center fáa framvegis streym, og vit arbeiða av øllum alvi fyri at fáa streym aftur til allar okkara kundar, skrivar Nukissiofiit á Facebook.

Seinni í dag verður eisini farið í gongd við at endurskapa sambandið við stóra vatnverkið í Buksefjorden. Farið verður við tyrlu frá Arktisk Kommando til eitt øki, har illgruni er um, at skammlop er á háspenningarlinjuni.

Í gjár hevði svikaliga streymveitingin við sær, at telesamskiftið í býnum var órótvað. Kommunan syrgdi tá fyri, at tríggir bilar hjá sløkkiliðnum alla tíðina koyrdu runt í býnum, so borgarar kundu støðga hesum bilum, um teimum tørvaði hjálp. Hendan skipan heldur fram í dag, um stæðan verður hin sama.

Trupulleikarnir við streymveitingini í Nuuk byrjaðu mánakvøldið, tá streymurin fór um 23-tíðina. Síðani gingu 15 tímar áðrenn streymurin kom aftur. Seinnapartin týsdagin var ein neyðstreymsskipan sett upp, men við svikaligum streymi.

Brek á streymleiðingini úr Buksefjorden
Nukissiofiit hevur upplýst, at orsøkin er eitt brek á streymleiðingini frá vatnorkuverkinum í Buksefjorden. Fleiri stormar hava herjað í økinum hesar seinastu dagarnar, skrivar Sermitsiaq.

Vatnorkuverkið í Buksefjorden, sum vanliga framleiðir allan streymin til Nuuk, liggur 600 metrar inni í einum fjalli, og varð tikið í brúk í 1993. Orkuverkið liggur 48 kilometrar í ein landsynning frá grønlendska høvuðsstaðnum. Wikipedia veit at siga, at háspenningarlinjan til Nuuk er 58 kilometrar long, og á linjuni er heimsins longsta strekki av hangandi linjum millum tvey torn – 5.376 metrar tvørtur um Ameralikfjørðin.

Les eisini: Grønlendski høvuðsstaðurin í streymloysi   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder