Uttanlands

Nuuk uttan streym stóran part av degnum

Eingin streymveiting hevur verið í grønlendska høvuðsstaðnum síðan í morgun lokala tíð. Kommunan hevur latið Godthåbhøllina upp sum hitastovu fyri borgarar, sum ikki hava hita heima

(Savnsmymd: EPA)

(Savnsmymd: EPA)

2024-12-28 21:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt stórt streymbrek í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, hevur nú vart í meira enn átta tímar.

Tað skriva grønlendskir miðlar.

Tilbúgvingarráðið er kallað saman og skal samskipa arbeiðið millum ymisku stovnarnar og myndugleikarnar.

Streymslitið hevur við sær, at nógv hava mist hitan og tað eru 12 kuldastig í Nuuk í kvøld. Tískil hevur kommunan latið Godthåbhøllina upp sum hitastovu hjá borgarum, sum ikki hava hita.

Eisini hevur televeitarin Tusass sløkt fyri 4G og 5G netinum fyri at spara streym.

Miðilin Sermitsiaq.ag skrivar, at arbeitt verður at tendra neyðgeneratorar, og at økir í Nuuk aftur hava streym um fáar tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder