Innanlands

Ny Carlsbergfondet stuðlar Listasavninum við góðari millión

Heili átta nýggj og týdningarmikil verk eftir Sigrun Gunnarsdóttur, Edward Fuglø, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Astri Luihn, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Titu Vinther verða nú partur av savninum

(Mynd: Leit / Finnur Justinussen)

(Mynd: Leit / Finnur Justinussen)

2022-04-22 08:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ny Carlsbergfondet í Danmark stuðlar Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp.

Stuðulin fer til at keypa listaverk eftir Edward Fuglø, Astri Luihn, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Titu Vinther, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Sigrun Gunnarsdóttur.

- Vit eru ótrúliga glað fyri, at Ny Carlsbergfondet velur at játta eina so stóra upphædd til at keypa føroyska list. Tað er av stórum týdningi, at Listasavn Føroya leypandi kann leggja nýggj høvuðsverk aftur at samlingini og á henda hátt vísa tað besta av føroyskari list, sigur Karina Lykke Grand, stjóri.

- Stuðulin fer til at keypa stór, týdningarmikil verk, ið øll eru rættiliga nýggj – tey eru frá 2006 til 2022. Fjølbroyttu verkini eru við til at styrkja samlingina og vísa fleiri rák innan føroyska list, sigur hon.

Seks av verkunum kunnu longu nú upplivast á Listasavni Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder