Uttanlands

Ný Sæland setir í verk umfatandi kanning av yvirgangsálopunum

Yvirgangur varð framdur móti tveimum moskum tann 15. mars

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Ný Sælandi (Mynd: EPA)

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Ný Sælandi (Mynd: EPA)

2019-03-25 09:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

 

Tann 15. mars var ein dagur fullur við ótta í Christchurch í Ný Sælandi. 29 ára gamli Brenton Tarrant  skeyt frá hond í tveimum moskum í býnum og 49 fólk lótu lív.

Nú verður ein umfatandi kanning sett í verk, sum skal lýsa hvat hendi upp til yvirgangsálopini. Hetta upplýsti forsætisráðharrin í Ný Sælandi, Jacinda Ardern, í morgun.

Kanningin skal staðfesta um álopini kundu verða steðgaði, og tað rollu, sum sosialir miðlar spældu í yvirgangsálopinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder