Tingbólkurin hjá danska flokkinum Nye Borgerlige verður nigurlagdur, og flokkurin verður avtikin.
Tað boðar Pernille Vermund, forkvinna í flokkinum frá í dag sambært donskum miðlum.
Orsøkin er, at har eru ov nógvir borgarligir flokkar á Fólkatingi, og tað er neyðugt at tey borgarligu savnast um færri flokkar, sigur hon.
– Tá vit fyri átta árum síðani stovnaðu Nye Borgerlige, vóru bert fýra borgarligir flokkar. Í dag eru sjey.
Nye Borgerlige fekk seks tinglimir á seinasta vali men hevur bert trý tingfólk eftir - Pernille Vermund og Kim Edberg, umframt Peter Seier Christensen, sum tó er sjúkrameldaður - og sambært Pernille Vermund er vandi fyri, at tey kunnu leggja fór fyri einum borgarligum meiriluta og harvið einum borgarligum forsætisráðharra.
Pernille Vermund og Kim Edberg hava tikið avgerð um at niðurleggja tingbólkin og hava heitt á floksstjórnina um at avtaka flokkin, og tað hevur floksstjórnin játtað at gera.
– Tað er ikki nøkur løtt avgerð, men tað er tað einasta rætta, sigur hon.
At tingbólkurin hjá Nye Borgerlige verður niðurlagdur merkir, at limirnir verða uttanflokkatingfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald