
Karl Haldorsson Johansen, nývaldi borgarstjórin í Klaksvík, hevur í dag havt sín fyrsta arbeiðsdag í borgarstjórasessinum.
Karl Johansen fer í samstarvi millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi at manna Klaksvíkar býráð komandi fýra árini.
Sambært nýggja borgarstjóranum er hetta ein dagur, hann hevur sæð fram til við stórum spenningi. At fáa í lut borgarstjórasessin í næststørstu kommunu í landinum er ein stór, men sera spennandi uppgáva, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
– Eg havi heilsað uppá fleiri starvsfólk í umsitingini í morgun, og eri eg ómetaliga glaður fyri, at starvsfólkini hava tikið so væl ímóti mær. Tað mesta er nýtt fyri mær, og tí hevur tað nógv at siga, at móttøkan í dag hevur verið so góð.
– Nógv er at seta seg inn í, men tað er mín vón, at eg innanfyri stutta tíð komi runt á ymisku deildirnar í kommununi soleiðis, at eg fái høvi at hitta øll starvsfólkini, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald