Uttanlands

Nýggi bretski forsætisráðharrin kunngjørdur mánadagin

Atkvøðugreiðslan hjá konservativa flokkinum endaði í gjár, og mánadagin verður greitt hvør eftirmaðurin hjá Boris Johnson verður – Tað verður annaðhvørt Rishi Sunak ella Liz Truss, sum sambært kanningum hevur størstu undirtøkuna

Mánadagin verður greitt, hvørt tað verður Rishi Sunak ella Liz Truss, sum verður nýggjur forsætisráðharri í Stórabretlandi (Mynd: EPA)

Mánadagin verður greitt, hvørt tað verður Rishi Sunak ella Liz Truss, sum verður nýggjur forsætisráðharri í Stórabretlandi (Mynd: EPA)

2022-09-03 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár endaði atkvøðugreiðslan hjá limunum í konservativa flokkinum um, hvør skal yvirtaka leiðsluna av flokkinum eftir Boris Johnson.

Fyrst í august vórðu atkvøðuseðlar sendir út til teir uml. 200.000 limirnar í flokkinum. Umframt brævatkvøðu bar til at atkvøða talgilt, og í gjár varð latið aftur fyri atkvøðugreiðsluni.

Mánadagin verður so boðað frá, hvørt tað er fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Rishi Sunak ella núverandi uttanríkismálaráðharrin, Liz Truss, sum gerst nýggjur leiðari í konservativa flokkinum og harvið eisini bretskur forsætisráðharri.

Roknað verður við, at nýggi leiðarin verður Liz Truss. Sambært tíðindastovuni Reuters hava meiningakanningar víst, at Truss hevur munandi meira undirtøku enn Sunak.

Tað var 7. juli, at Boris Johnson, sum hevur verið bretskur forsætisráðharri síðan 24. juli 2019, boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum floksformaður og forsætisráðharri. Hetta gjørdi hann eftir at hava verið undir stórum trýsti, tá fleiri ráðharrar løgdu frá sær fyri at mótmæla handfaring hansara av fleiri gølum. Millum teir, sum løgdu frá sær í juli var eisini Rishi Sunak.

Týsmorgunin fer Boris Johnson sambært The Guardian formliga at leggja frá sær sum forsætisráðharri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder