Innanlands

Nýggi frítíðarskúlin á Toftum tikin í nýtslu eftir páskir

Nes kommuna hevur avgjørt, at frítíðarskúlin fer at hava opið fleiri dagar, tá nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu

Mynd: Nes kommuna

Mynd: Nes kommuna

2021-02-12 21:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðið við at út- og umbyggja Frítíðarskúlan á Toftum er nú komið so mikið áleiðis, at nýggi bygningurin eftir ætlan verður tikin í nýtslu eftir páskir.

Tá fer skúlabólkurin, sum nú er í Barnagarðinum, at flyta yvir í Frítíðarskúlan, boðar Nes kommuna frá.

Tá kommunan í november 2020 samtykti fíggjarætlanina fyri 2021, varð tað samstundis avgjørt, at frítíðarskúlin eisini skuldi hava opið fleiri dagar, tá nýggi bygningurin var liðugur og tikin í nýtslu.

Serliga verður hugsað um frídagarnar hjá skúlanum gjøgnum árið, meðan summarfrítíðin verður óbroytt.

Peningur er settur av til endamálið, men neyðugt verður at gera eina tilmeldingarskipan við ávísum treytum, sigur kommunan. Alt hetta verður fráboðað foreldrunum, tá nýggi frítíðarskúlin verður tikin í nýstslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder