Innanlands

Nýggi havnameistarin tikið við starvinum

Andrias Vang byrjaði í starvinum sum havnameistari í Tórshavnar havn tann 1. mars

Á myndini síggjast f.v. Kári Johansen, formaður í havnanevndini, Jónsvein Lamhauge, fráfarandi havnameistari, Andrias Vang og Heðin Mortensen, borgarstjóri

Á myndini síggjast f.v. Kári Johansen, formaður í havnanevndini, Jónsvein Lamhauge, fráfarandi havnameistari, Andrias Vang og Heðin Mortensen, borgarstjóri

2022-03-07 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Andrias Vang varð herfyri settur í starv sum havnameistari í Tórshavnar havn. Hann avloysir Jónsvein Lamhauge og byrjaði í starvinum tann 1. mars 2022.

Andrias Vang er 51 ára gamal, fyrst útbúgvin snikkari og síðan skipsførari hjá A.P. Møller. Hann hevur starvast sum offiserur hjá Maersk í 7 ár. Hann starvaðist eisini í 10 ár hjá Maersk Broker Agency, fyrst sum skipsmeklari og síðan sum leiðari.

Í 2014 fór hann til Siemens Gamesa, har hann er deildarleiðari og arbeiðir við at seta havvindmyllur upp. Andrias Vang er ættaður úr Kaldbak.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder