Arbeiðið at gera nýggja Hvalbiartunnilin hevur gingið so væl, at longu týsdagin 7. juli verður seinasta skotið latið av. Hátíðarhaldið - sum eru fyri innbodnum - verður við tunnilsmunnan í Trongisvági klokkan 16. Tvøroyrar Hornorkestur spælir til hátíðarhaldið.
Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin. Eftir hetta fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at halda eina røðu.
Tá røðurnar eru hildnar, fara teir tríggir Fríðolv Eysturberg, Kári Norðberg og Jóan Pauli Næs at gera seg til reiðar at trýsta á knøttin, samstundis sum gestirnir fara í tryggja fjarstøðu.
Fríðolv Eysturberg, Kári Norðberg og Jóan Pauli Næs vóru allir við til at byggja gamla Hvalbiartunnilin, sum varð tikin í nýtslu í 1963.
Tá skotið er latið av, fara innbodnu gestirnir til kaffi og køku í høllini í Trongisvági.
Kringvarpið stroymir beinleiðis frá hátíðarhaldinum og seinasta skotinum í nýggja Hvalbiartunlinum, so øll áhugaði hava møguleika at fylgja við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald